Um okkum

Tavan varð sett á stovn í 1994. Um hetta mundi var Føroyar í kreppu. Fiskurin, ið er grundarlagið undir føroyska búskapinum, bleiv burtur. Hetta førdi við sær, at fleiri fiskavirkir fóru av knóranum, og fólk í hópatali gjørdust arbeiðsleys. Við tí fyri eyga, at skapa virksemi í bygdini, varð Tavan sett á stovn. Farið varð undir at virka gulllaksafars – ein rávøra, ið ikki varð virkað til matna í Føroyum áður. Fyrstu árini bleiv virkisbygningurin hjá fyrrverandi flakavirkinum Frost í Leirvík leigaður til endamálið, og longu í 1997 blivu somu bygningarnir keyptir. Virksemi hjá Tavuni er enn á sama stað.

Frá fyrsta degi bleiv góðska sett sum grundarstein fyri virkseminum hjá Tavuni, og hetta førdi við sær, at eftirspurningurin eftir gulllaksafarsinum hjá Tavuni vaks skjótt. Eftir fáum árum var Tavan stórsti altjóða veitari av gulllaksafarsi. Millum føroyingar verður fyritøkan tískil kallað Gulllaksavirkið Tavan.

Gulllaksavertíðin er avmarkað, og tískil varð farið undir at virka botnfisk, samstundis sum arbeitt hevur støðugt verið við at menna nýggjar framleiðslur. Í dag fevnir virksemi í Tavuni somuleiðis um fiskasløg sum makrelur, sild og brisling.