Um gulllaksin
Okkara høvuðsframleiðsla er gulllaksafars. Gulllaksur er vanligur í vestara parti av Barentshavinum og í norðaraparti av Atlanshavinum. Hann er er á djúpum vatni úr 150 m niður á 1400 m. Gulllaksur stendur bæði við botn og eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni. Við Føroyar er gulllaksur bæði á Landgrunninum, við bankarnar vestanfyri og á Wyville Thomson rygginum. Gulllaksur undir Føroyum er fingin frá 60 metra dýpi niður á einar 850 metra, men mest vanliga á 300 – 700 metra dýpi. Fiskiskapurin eftir Gulllaksi er tíðaravmarkaður, og tískil er okkara gulllaksaframleiðsla einans í tíðarskeiðinum frá apríl til mánaðarskifti july / august.
Okkara framleiðsla
Gulllaksafarsið verður pakkað í 7,5 kg blokkar.
Leysasøla
Tað ber altíð til at keypa gulllaksafars beinleiðis frá Tavuni. Hetta verður framt við at venda sær til skrivstovuna. Ein blokkur kostar 300 kr.
Í gulllaksavertíðini ber til at keypa fekst gulllaksafars. Sí meiri her.