Køksleiðari

Søkt verður eftir køksleiðara til køkin í Tavuni at byrja skjótast tilber

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og fyrikomandi køksleiðara til køkin í Tavuni at byrja skjótast gjørligt.

Í Tavuni starvast um 60 fólk. Í gulllaksavertíðini er framleiðsluarbeiðið skipað í tveimum vaktum, og restina av árinum er framleiðsluarbeiðið óstøðugt.

Vit ynskja, at dygdargóða arbeiðið, starvsfólkini í Tavuni fremja, verður stuðlað við fjølbroyttum, heilsugóðum og vælsmakkandi mati.

Vit ynskja, at tann sum settur verður, er við til at mynda arbeiðið, herundir mannagongdir, uppgávur, innkeyp, ábyrgd o.a.

Løn og arbeiðistíðir sambært avtalu.

Viðkomandi útbúgving og royndir er ikki ein treyt, men ein fyrimunur.

Hevur starvið tí áhugað, ert tú vælkomin at ringja til Nicolas Stauss, virkisleiðara, á telefon 213355 ella senda mail til hr@tavan.fo.

Umsóknarfreistin er 15. februar.