Um makrelin
Ein av okkara serframleiðslum eru singulfryst makrelfløk. Makrelur er víða um í føroyskum sjógvi um summarið. Hann slæðist til Íslands, Svalbarðs, Murmansk og inn í Eystursalt. Hann er annars í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar og suður til Marokko, í Miðjarahavinum og Svartahavinum. Í vestara Atlanshavinum er hann frá Labrador til Cape Cod.
Makrelurin er sera eyðkendur. Hann er tjúkkastur um miðjuna og verður spískari út í endarnar. Makrelurin er serliga eyðkendur við rípunum á bakinum. Hann hevur bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30 – 35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum, og ljósari bláligt ella grønligt er ímillum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir bakinum er hann hvítur. Makrelurin kann vera upp í 66 cm langur, men valig longd er 30 – 40 cm.
Okkara framleiðsla
Vit framleiða glaseraði makrelfløk.
Makrelurin verður skorðin til fløk, singulfrystur og glaseraður. Síðani verða makrelfløkini pakkað í 5 kg eskjur.