Hægsta leiðsla felagsins sær matvørutrygd og góðsku sum grundarlagið fyri tilveru felagsins, og tískil verður arbeitt fyri, at øll framleiðslulið í øllum framleiðsluvørum eru tryggar og dygdasargóðar. Leiðslan strembar eftir at framleiða vælsmakkandi, dygdargóðar og heilsugóðar vørur til altjóða marknaðin. Hesi mál eru stuðlað av fylgjandi meginreglum:
Burðardygd
Vit leggja dent á, at framleiðslan er burðardygg.
Matvørutrygd
Vit leggja dent á, at framleiðslan er trygg ígjøgnum øll lið; frá fiskimanninum, hjá framleiðaranum og til brúkaran.
Góðska
Við leggja den á, at góðskan er í hásæti, soleiðis at vit eru ein tryggur veitari av dygdargóðum vørum til altjóða marknaðin
Starvsfólkatrivnaður
Vit leggja dent á, at starvsfólkatrivnaðurin er í hásæti og miðja ímóti, at starvsfólk føla seg virðismett.
Sølu og marknaðarføring
Vit arbeiða fyri at varðveita okkara góðu sambond við veitarar og keyparar og stremba eftir at styrkja okkara umdømi sum ein álítandi, góður og tryggur veitari av fiskavørum.
Kjarnuvirðir
Okkara kjarnuvirðir eru, at vit eru álítandi, dugnalig og framsøkin.