Framleiðslufólk

Dámar tær fiskaarbeiði á landi, og ynskir at gerast partur av starvsfólkahópinum í Tavuni, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Um arbeiðið á Tavuni

Í Tavuni framleiða vit vælumtókta gulllaksafarsið, og eru vit førandi framleiðarin í heiminum av hesi vøru.

Gulllaksurin verður vanliga fiskaður í tíðarskeiðinum mars til septembur av føroyskum skipum. Í gulllaksavertíðini arbeiða vit antin 8 ella 10 tímar vaktir, og arbeiðsdagarnir verða tillagaðir eftir fiskiskapinum í døgunum Mánadag til Leygardag. Arbeiðið er skipað í skiftisvaktum, og vaktirnar skifta aðru hvørja viku ímillum at arbeiða dag- og kvøldvakt.

Í vetrarhálvuni framleiða vit smáar nøgdir av gulllaksi, og hetta arbeiðið er skipað í dagvaktum. Harumframt framleiða vit onnur fiskasløg, so sum brisling, makrel og sild.

Um arbeiðið

Okkum tørvar fólk til framleiðsluna.

Starvsøkini eru:

  • Maskinskering
  • Pakking
  • Frysting

Sum starvsfólk við flakamaskinunum er tín uppgáva at leggja fisk til maskinurnar og hava yvirvøku við skeringini. Við hvørja maskinu starvast fýra starvsfólk, sum arbeiða á skift við hvørja positión.

Farsið verður pakkað í blokkpakning. Sum starvsfólk við pakkilinjuna er tín uppgáva at gera pakningin klára og at fylla blokkarnar. Fýra starvsfólk starvast við pakkilinjuna, og arbeiða hesi á skift við hvørja positión.

Uppgávan í frystingini er at frysta pakkaðu vøruna. Uppgávurnar við frystingini eru at fylla og tøma frystararnar, pakka frystu blokkarnar á plattar og seta vøruna á goymslu. Fimm fólk arbeiða í frystingini, og skifta hesi ímillum ymisku uppgávurnar.

Tín vangamynd

Vit ynskja, at starvsfólkini í Tavuni eru fyrikomandi, álítandi og arbeiðssom. Í Tavuni starvast fleiri ymiskir tjóðskapir, og tí hevur tað týdning, at ein hevur virðing og áhugað fyri ymisku tjóðskapunum og mentanum. Tær nýtist ikki at hava royndir innan fiskaarbeiði, men ert tú áhugaður í at læra og at útinna tínar uppgávur til lítar, eru vit áhugaði í tær.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála.

Spurningar og umsókn

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nicolas Stauss, virkisleiðara, á telefon 213355.

Umsóknin kann sendast til hr@tavan.fo.

Um Tavuna

Tavna bleiv sett á stovn  í 1994, meðan Føroyar vóru í djúpari kreppu. Endamálið var at skapa virksemi í bygdini, og frá byrjan varð farið undir at framleiða gulllaksafars – ein vøra, ið ikki varð virkað til matna í Føroyum áður.

Frá fyrsta degi bleiv góðska sett sum grundarstein fyri virkseminum hjá Tavuni, og hetta førdi við sær, at eftirspurningurin eftir gulllaksafarsinum hjá Tavuni vaks skjótt. Eftir fáum árum var Tavan vorðin stórsti altjóða veitari av gulllaksafarsi, og tað hevur ført við sær, at virkið millum føroyingar verður kallaði “ Gulllaksavirkið Tavan.”