Hægsta leiðsla felagsins sær matvørutrygd og góðsku sum grundarlagið fyri tilveru felagsins, og tískil verður arbeitt fyri, at øll framleiðslulið í øllum framleiðsluvørum eru tryggar og dygdargóðar. Leiðslan strembar eftir at framleiða vælsmakkandi, dygdargóðar og heilsugóðar vørur til altjóða marknaðin. Hesi mál eru stuðlað av fylgjandi meginreglum:
Burðardygd – Vit leggja dent á, at framleiðslan er burðardygg.
Heilsutrygd – Vit leggja dent á, at framleiðslan er heilsutrygg ígjøgnum øll lið; frá fiskimanninum, hjá framleiðaranum og til brúkaran.
Starvsfólkatrivnaður – Vit leggja dent á, at starvsfólkatrivnaðurin er í hásæti og miðja ímóti, at starvsfólk føla seg virðismett.
Menning og vøkstur – Vit arbeiða ímóti at menna okkara vørur, vøruúrval og sambond á altjóða marknaðinum.
Sølu og marknaðarføring – Vit arbeiða fyri at varðveita okkara góðu sambond við veitarar og keyparar og stremba eftir at styrkja okkara umdømi sum ein álítandi, góður og tryggur veitari av fiskavørum.
Kjarnuvirðir – Okkara kjarnuvirðir eru, at vit eru álítandi, dugnalig og framsøkin.