Flakamaskinurnar 2024

Dámar tær fiskaarbeiði á landi, og ynskir at gerast partur av starvsfólkahópinum í Tavuni, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Um arbeiðið á Tavuni

Í Tavuni framleiða vit vælumtókta gulllaksafarsið, og eru vit førandi framleiðarin í heiminum av hesi vøru.

Gulllaksurin verður vanliga fiskaður í tíðarskeiðinum mars til septembur av føroyskum skipum. Í gulllaksavertíðini arbeiða vit antin 8 ella 10 tímar vaktir, og arbeiðsdagarnir verða tillagaðir eftir fiskiskapinum í døgunum Mánadag til Leygardag. Arbeiðið er skipað í skiftisvaktum, og vaktirnar skifta aðru hvørja viku ímillum at arbeiða dag- og kvøldvakt.

Í vetrarhálvuni framleiða vit smáar nøgdir av gulllaksi, og hetta arbeiðið er skipað í dagvaktum. Harumframt framleiða vit onnur fiskasløg, so sum brisling, makrel og sild.

Um arbeiðið

Okkum tørvar fólk til flakamaskinurnar.

Sum starvsfólk á flakamaskinunum er tín uppgáva at leggja fisk til maskinurnar og hava yvirvøku við skeringini. Við hvørja maskinu starvast fýra starvsfólk, sum arbeiða á skift við hvørja positión.

Tín vangamynd

Vit ynskja, at starvsfólkini í Tavuni eru fyrikomandi, álítandi og arbeiðssom. Í Tavuni starvast fleiri ymiskir tóðskapir, og tí hevur tað týdning, at ein hevur virðing og áhugað fyri ymiskum tjóðskapum og mentanum. Tær nýtist ikki at hava royndir innan fiskaarbeiði, men ert tú áhugaður í at læra og at útinna tínar uppgávur til lítar, eru vit áhugaði í tær.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála.

Umsókn

Umsókn kann sendast til hr@tavan.fo.

Um Tavuna

Tavna bleiv sett á stovn  í 1994, meðan Føroyar vóru í djúpari kreppu.Endamálið var at skapa virksemi í bygdini, og frá byrjan varð farið undir at framleiða gulllaksafars – ein vøra, ið ikki varð virkað til matna í Føroyum áður.

Frá fyrsta degi bleiv góðska sett sum grundarstein fyri virkseminum hjá Tavuni, og hetta førdi við sær, at eftirspurningurin eftir gulllaksafarsinum hjá Tavuni vaks skjótt. Eftir fáum árum var Tavan vorðin stórsti altjóða veitari av gulllaksafarsi, og tað hevur ført við sær, at virkið millum føroyingar verður kallaði “ Gulllaksavirkið Tavan.”