Sild

Um sild

Latínska navnið: Culpea harengus

Sild er ein bæði vælsmakkandi og heilsugóður fiskur, ið er ein inngrógvin partur av norðurlendsku matmentanini. Sild er ein langur og smidligur fiskur, ið gongur í torvum. Sildin kann vera upp í 47 cm til longdar. hon er myrkablá á bakinum og silvurlitt um síðurnar og undir bakinum. Hon hevur stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggjfjøður og eina gotfjøður. Sildin er ein uppsjóvarfiskur, men kann fáast við botnin. í Føroyum eru tríggir sildastovnar; norðhavssildin, eisini kallað atlantoskandiska sildin, várgýtandi sildin og heystgýtandi sildin. Vár- og heystgýtandi sildin eru meira støðufastir stovnar í mun til norðhavssildin.

Okkara framleiðsla